mandag, oktober 14

Sambandsflokkurin á Rás 2
Í morgin, mikudagin, 16. oktober, kl. 16.00, kanst tú hoyra Sambandsflokkin í sendingini Floksting á Rás 2.
Við í sendingini verða tvey løgtingsumboð fyri flokkin, Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl, og eitt umboð fyri Ungmannafelagið Samband, Maud Poulsen.

onsdag, oktober 9

Skrásett parlag??
Ungmannafelagið Samband skipar fyri einum limafundi

mikukvøldið, 9. oktober, kl. 19.00
í hølum Sambandsfloksins í Lucas Debesargøtu 3


Á fundinum er bert eitt punkt: "Skrásett parlag", og verður fundurin skipaður sum eitt kjak millum luttakararnar. Ætlanin er at enda fundin við eini niðurstøðu. Spurningurin er so, hvussu einig vit eru, ella um vit verða noydd at blíva einig um at vera óeinig??
Um tú vilt gera tína meining galdandi, so kom á fundin.
Nýggir limir eru eisini hjartaliga vælkomnir.

fredag, august 23

Hashlandið Føroyar
Tað seinasta árið hava vit hoyrt alsamt meira um smugling av rúsevnum inn til Føroyar. Løgreglan og tollvaldið hava fingið fatur á sera stórum nøgdum av rúsevnum, sum fólk hava roynt at fingið inn í landið, og fyrr í ár kom størsta hashmálið fyri rættin, og tað endnaði við, at fleiri persónar blivu dømdir at sita í fongsil, nakrir upp í fleiri ár.

Leygardagin, 24. august, kl. 16.00
í hølum Sambandsfloksins í Lucas Debesargøtu 3


verður ein sera spennandi limafundur um evnið.

Á fundinum kemur ein løgreglumaður, ið dagliga arbeiðir við narkotikamálum, at greiða frá, hvussu løgreglan arbeiðir. Eisini verður kunnað um, hvussu tilber at síggja á fólki, at tey eru ávirkaði av rúsevnum.
Ein fyrrverandi misnýtari verður eisini við á fundinum, og hann fer at greiða frá lívið sínum sum misnýtari og hvussu hann kom burturúr tí.

Fundurin verður skipaður sum ein limafundur, men nýggir limir eru hjartaliga vælkomnir við.

fredag, juli 26

Hvat hendi tann 11. sept 2001?
Ungmannafelagið Samband skipar fyri almennum fundi í komandi viku.
Fundurin verður á Parnassinum á Hotel Hafnia hósdagin 1. aug. 2002. Carlos Mayes, petty officer á Pentagon verður við á fundinum.
- Hann var til arbeiðis á Pentagon 11. sept seinasta ár.
Fundurin er fyri øll.

torsdag, juli 18

Samgongan í vanda
Týsdagin hevði Fólkaflokkurin fund um ákærurnar, sum Tórbjørn Jacobsen hevur gjørt um Anfinn Kallsberg og Jørgen Niclasen. Á fundinum varð avgjørt at senda Tjóðveldisflokkinum bræv, har biðið verður um at fáa eina avkláring upp á tað, sum Tórbjørn Jacobsen hevur úttalað seg um í fjølmiðlunum í seinastuni.
Løgmaður leggur dent á, at um Tjóðveldisflokkurin stuðlar Tórbirni Jacobsen, so er ongin samgonga meir. Spennandi verür at síggja, hvørja støðu Tjóðveldisflokkurin kemur til.


onsdag, juli 3

Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni
Komandi sunnudag, 7. juli, er árligi minningardagur teirra deyðu í ferðsluni.
Endamálið við minningardegnum er ikki bert at minnast tey deyðu, men eisini at royna at broyta hugburðin hjá fólki, tá ið tey eru úti í ferðsluni.
Í Føroyum eru seinastu 10 árini 39 fólk deyð í ferðsluni. Umleið 1000 hava fingið skaða, og uml. 100 hava fingið varandi mein. Vanlukkurnar hava síðani 1992 kosta føroyska samfelagnum 1,5 milliard kr. So ræðandi eru tølini, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd (RfF) kunngjørdi í Sosialinum 3. juli.
RfF vónar við hesum tølum at fáa politikarar og myndugleikarnar at ásanna, hvussu álvarlislig støðan er, og at neyðugt er við íløgum, sum kunnu betra um ferðslutrygdina, og at tað eisini er neyðugt við átøkum fyri at fáa fólk at broyta hugburð í ferðsluni.
Ungmannafelagið Samband fer í næstum at viðgera evnið á limafundi.
Føroya Fiskavirking og Fiskasølan
Vinnupolitiski framsøgumaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum, Tórbjørn Jacobsen, er sera atfinningarsamur móti Vinnumálaráðharranum, Bjarna Djruholm.
Í Dimmalætting, 3. juli kundu vit lesa, at Tórbjørn Jacobsen leggur Bjarna Djurholm undir at órógva virksemi í Framtaksgrunninum við at tvinga gomlu nevndina frá og í staðin manna hana við fólkum, ið kunnu privatisera eftir fólkafoksleisti til fólkafloksmenn.
Bjarni Djurholm er rasandi um hesar atfinningar og hevur vent sær til løgmann fyri at fáa hann at biðja formannain í Tjóðveldisflokkinum um eina frágreiðing. Løgmaður er uttanlanda nú, og hevur tí ikki fingið gjørt nakað við málið enn.
Sambandsposturin tekur málið uppaftur seinni.

tirsdag, juni 25

Tað verður verri
"Færøerne foran økonomisk nedtur" var yvirskriftin í "TV-avisen" á DR1, og tað sama varpaði "Deadline" á DR2, seinasta sunnukvøld.
Tíðindini koma frá Føroya Arbeiðsgevarafelag sum júst hevur almannakunngjørt eina ársfrágreiðing um búskapin.
Frágreiðingin lýsir støðuna fyri føroyska vinnulívið, og hon ásannar at fíggjarliga støðan í Føroyum enn er góð, men um stutta tíð fer vend at koma í.
Orsøkin til dapru niðurstøðurnar kann t.d. nevnast sjúkurnar í føroysku alivinnuni sum seinastu tíðina hevur verið hart rakt av ILA-sjúku.
Høgar lønir og fallandi marknaðarprísir á rækjum fáa eisini búskapin á skeiva kós staðfestir Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Hækkaði oljuprísurin hevur eisini negativa ávirkan á rækjuflotan, og tað hevur tí minka um kappingarføri hjá vinnuni.
Lønarhækkingar millum 12-15% gera ikki búskaparligu støðuna betri, staðfestir frágreiðingin.

lørdag, juni 8

Onki høli til Fiskivinnuskúlan
Í vár samtykti tingið at keypa ein bygning inni á Fjørð í Vestmanna at nýta til Fiskivinnuskúla. Bygningurin skuldi kosta 4 mió kr. umframt kostnaðin til innrætting og innbúgv.
Síðst í maj avgjørdi Mentamálaráðið tó, at høllin hjá P/F Hera avlíkavæl ikki skuldi keypast. Grundgevingin hjá Mentamálaráðnum er, at Byggiumsitingin hjá landinum heldur undirlendið hjá høllini vera ov vánaligt.
Tað eru umleið tvær vikur síðani Mentamálaráðið annuleraði keypið, og avlíkavæl hevur almenningurin onki hoyrt um hetta fyrr enn nú, og tað er ikki sørt ørkymlandi.
Fiskivinnuskúlin hevur tikið fleiri næmingar inn at byrja í august, og nú hava tey ongi undirvísingarhøli. Ikki kann sigast annað, enn at Annlis Bjarkhamar longu nú hevur fingið sína fyrsta stóru og hastandi uppgávu at fara undir í sínum nýggja starvi.
Sambandsposturin vónar, at málið verður loyst skjótast gjørligt.

onsdag, juni 5

Tíðindaskriv - skipan av samgongu
Løgmansskrivstovan sendi fyrr í dag út soljóðandi tíðindaskriv:
Boðað verður frá, at tíðindafundur verður í morgin 6. juni 2002 kl. 10.00 í Eysturstovuni í Tinganesi, har samgonguskjal millum Fólkaflokkin, Sjálvsstýrisflokkin, Tjóðveldisflokkin og Miðflokkin verður undirritað. Eisini fer løgmaður at fráboða, hvørjir landsstýrismenn fara at manna landsstýrið og hvussu býti av málsøkjum verður teirra millum.

tirsdag, juni 4

ADEH-landstýrið
Nú er kunngjørt, hvørji ið skulu mannað landstýrið millum A, D, E og H. Býtið er soleiðis:
Løgmaður, Annfinn Kallsberg, A
Vinnumál, Bjarni Djurholm, A
Fiskivinnumál, Jørgen Niclasen, A
Olju- og umhvørvismál, Eyðun Elltør, D
Fíggjarmál, Karsten Hansen, E
Almannamál, Páll á Reynatúgvu, E
Mentamál, Annlis Bjarkhamar, E
Lógarmál, Høgni Hoydal, E
Trúnaðar- og heilsumál, Bill Justinussen, H
Samgonguskjalið er ikki undirskrivað enn, men verður tað væntandi í morgin.

søndag, juni 2

Samgonga enduliga skipað
Eftir tógvi stríð eydnaðist tað fríggjadagin løgmanni at skipað eina samgongu. Í henni eru Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin.
Tá ið undanfarna samgonga varð skipað kom ein nýggjur landstýrismaður í sjálvstýrismálum og hesuferð er ein nýggjur komin afturat, nevniliga landstýrismaðurin í løgmálum. Harumframt hava samgonguflokkarnir valt at býta almanna- og heilsumál upp í tvey.
Landstýrissessirnir eru býttir soleiðis:
Fólkaflokkurin varðveitir løgmann og fær harafturat tveir landstýrismenn – vinnumál og fiskivinnumál.
Tjóðveldisflokkurin fær fýra landstýrismenn, fíggjarmál, almannamál, mentamál og sjálvstýris- og løgmál.
Sjálvstýrisflokkurin fær landstýrismannin í olju- og umhvørvismálum.
Miðflokkurin fær landstýrismannin í trvinaðar- og heilsumálum.
Enn er ikki boða út, hvørji ið vera landstýrismenn. Hesum mugu vit bíða eftir til týsdagin.